Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Atlantic Petroleum hevði ein vinning uppá 1,1 mió kr eftir skatt annan ársfjórðing í ár.

Sølan var 6,7 mió kr, sum kemur frá søluni í mai av Orlando brunninum sum er í bretskum øki. Komandi inntøkurnar fara eisini í stóran mun at koma frá hesi søluni, eins og søluni av Pegasus, sum var í 2015, men sum ikki er fult goldin enn.

Atlantic Petroleum hevur rætt til 2% av inntøkunum frá teimum fyrstu 5 mió føtunum sum koma úr Orlando og síðani 4,35% av restini.

Avtalan við London Oil & Gas tryggjar raksturin næstu tvey árini, millum annað tí London Oil & Gas hevur veitt AP lán uppá stívar 68 mió kr, sum kunnu konverterast til partapening.

Í stuttari viðmerking sigur Ben Arabo, stjóri, at Atlantic Petroleum er á rættari kós.

- Vit hava rationaliserað porteføljuna og samstundis tryggjað peningastreym frá Orlando og Pegasus, og tað er eitt gott grundarlag at endurbyggja porteføljuna til vøkstur í framtíðini.

Eginognin er minus 75,3 mió kr.

Atlantic Petroleum væntar nettoúrslit uppá 6,4 mió kr fyri alt 2017. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo