Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Tað var trongt í úthurðini, nú handilin við partabrøvum í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum varð tikin uppaftur í morgun.

Eigararnir hava barberað 50% av virðinum fyrsta tíman við handli síðani einaferð í vár, tá handilin var fyribils steðgaður ímeðan ymisk viðurskifti hjá felagnum vórðu kanna nærri. Tær kanningarnar endaðu herfyri við bót til felagið fyri eitt nú ikki at hava hildið skyldur um upplýsing.

Smá 30.000 partabrøv skiftu eigara fyrsta handilstíman í morgun og kursurin er í skrivandi løtu 4 kr og 50 oyru og so lágur hevur hann ikki verið áður.

Til ber at fylgja við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo