Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Vinna

Týðandi óvissa er um felagið lýkur treytirnar fyri at vera skrásett, sigur Nasdaq Nordic sum rekur børsin í Keypmannahavn.

Tí er allur handil við partabrøvum hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum fyribils steðgaður, suspenderaður, á børsinum, verður sagt í eini børsfráboðan.

Atlantic Petroleum var frammanundan á einum serligum eftirlitslista, tí støðan hjá felagnum er so ivasom.

Herfyri boðaði felagið frá, at avbjóðingar vóru við einum samstarvspartnara sum hevur hildið hondina undir felagnum, men at arbeitt verður við at loysa trupulleikarnar.

Tá varð sagt, at loysn helst fór at koma á málinum einaferð í mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo