Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell
Innlendis ítróttur

Í morgin kemur ein av kendastu venjarunum í Íslandi til Føroya at tingast við felagssliðið í Suðri um eitt møguligt venjarastarv.

Atli Eðvaldsson er fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Íslandi, bæði hjá U21 og landsliðnum, og var tað frá 1999 til 2003.

Sjálvur hevur hann leikt 70 landsdystir fyri Ísland.

Hann hevur eisini verið venjari hjá KR Reykjavik, tá ið liðið vann greipuna í 1999. Og eisini hjá Vestmannaoyggjum og Fylkir í bestu deild.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo