Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Av vánaligum floglíkindum eru avlýsingar í flogferðsluni 22.12.15 og seinkingar 23.12.15.

Týsdagin 22. desember
RC455 tann 22.des. ið skuldi lenda kl. 18:20 er avlýstur. Ferðafólkini eru umbókaði til aðrar fráferðir úr Keypmannahavn tann 23.des. (Ferðafólkini fáa beinleiðis kunning um hvat fyri fráferð tey eru umbókaði til.)

RC459 tann 22.des, ið skuldi lenda kl. 20:00 er avlýstur fyri kvøldið, og ferðafólkini eru umbókaði til RC1459 tann 23.des.

Mikudagin 23. Desember
RC1459 hevur fráferð úr Keypmannahavn kl. 07:30 og væntast at lenda í Vágum kl. 08:50.

RC451 úr Keypmannahavn er óbroyttur. Fráferð úr Keypmannahavn kl. 06:30 og væntast í Vágum kl. 07:50.

RC453 úr Keypmannahavn er óbroyttur. Fráferð úr Keypmannahavn kl. 12:35 og væntast í Vágum kl. 13:55.

RC430 til Bergen er seinkaður. Fráferð er kl. 09:40 og væntast at lenda í Bergen kl. 12:00.

RC450 úr Vágum er óbroyttur. Fráferð úr Vágum kl. 08:40 og væntast at lenda í Keypmannahavn kl. 11:45.

Allar tíðir eru lokalar tíðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo