Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

SEV mælir til eina skipan við bíligari elprísum til grønar orkuloysnir fyri at seta gongd á elektrifiseringina – t.e. orkuskiftið frá olju til grøna orku.

Uppskotið snýr seg í stuttum um, at kundar, ið útvega sær elbil ella hitapumpu, skulu fáa ein bíligari elprís til hesi tól partar av samdøgrinum, tá ið trýstið á elskipanina er minst. 

SEV metir, at m.a. henda skipanin kann vera eitt gott ískoyti frá elfelagnum til at fáa gongd á elektrifiseringina í Føroyum, sum hevur so stóran samfelagsligan týdning – bæði búskaparliga og umhvørvisliga fyri Føroyar sum eitt reint fiskivinnu- og ferðavinnuland. Elfelagið vil bjóða kundunum og øllum samfelagnum eina slíka skipan, ið kann eftirmetast og mennast, so hvørt vit gera okkum royndir á økinum.

Bæði Føroya Landsstýri og SEV hava boðað frá, at málið komandi árini er 100 prosent varandi orka á landi í 2030, og sostatt er grundarlagið undir grønu kósini vorðið sera sterkt.

Okkum tykir tíverri, at málið um avsláttur í elprísunum er steðgað upp í løgtinginum, og tað er sera spell. Vit skulu ikki fara inn í politiska kjakið, men bert minna á, at ein slík prísskipan ber til sambært galdandi elveitingarlóg, sum loyvir SEV vinnuligt virksemi.

Talan er um at gagnnýta verandi mátt og framleiðslueindir hjá SEV partar av samdøgrinum, tá ið minst trýst er á elskipanini. Mátturin og framleiðslueindirnar eru til taks alt samdøgrið, og grundútreiðslurnar eru íroknaðar vanligu elsøluna. Tí ber til at gera serliga prísskipan fyri tíðarbil á samdøgrinum, har tøkur máttur er, samstundis sum talan er um nýggj søluøkir. Allir kundar, sum útvega sær grønar orkuloysnir, verða javnsettir í nýggju prísskipanini.

Á grønu kósini hjá SEV og Føroya Landsstýri verða nógv tøk at taka, um málið um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030 skal røkkast. Fortreytin fyri at ganga grønu kósina er nevniliga, at tað ræður um at finna skilabestu loysnirnar, bæði tá tað snýr seg um tøknifrøðiligar loysnir innan varandi orkukeldur í Føroyum, men so sanniliga eisini tá talan er um at finna skilagóðar búskaparligar loysnir, sum gagna øllum samfelagnum.

Grøna kósin er sett út í kortið, og SEV er til reiðar at gera sítt ítarsta fyri at røkka málinum – tað veri seg við serfrøði og ráðgeving, hugskotsmenning, neyðugum tillagingum og annars góðum samstarvi við landsstýrið, myndugleikarnar og allar viðkomandi partar. Tað týdningarmesta er, at vit lyfta í felag á grønu kósini okkum øllum at gagni.

Nevnd og stjórn í Elfelagnum SEV

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo