Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Avtala millum Fjølrit og Tórshavnar kommunu um er nú undirskrivað. Avtalan er um nýtslu av vardum verkum, og í Tórshavnar kommunu kunnu nú skúlar og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi lógliga avrita vard verk til brúk í undirvísingini.

Avtalan millum Tórshavnar kommunu og Fjølrit er ein royndarskipan, sum er galdandi í tvey ár. Avtalan kostar 200 krónur fyri hvønn ársnæming í fólkaskúlanum, og hon tryggjar, at upphavsrættarfólk fáa gjald fyri nýtslu av sínum verkum.

Annika Olsen, borgarstjóri, fegnaðist um, at ein greið avtala nú er gjørd. Hon sæst her saman við Atla K. Petersen, stjórnarformanni í Fjølrit, tá avtalan varð undirskrivað í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo