Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Badmintonskúlin í Havn hevur havt skeið alla hesa vikuna fyri børn millum 7 og 14 ár. Dentur verður lagdur á eina hendingaríka viku, við góðari samveru, spølum og dyggari badmintonvenjing.

Hvør dagur hevur verið býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. Liðini hva verið býtt í víðarikomin og nýbyrjarar, so øll kunnu vera við.

Fleiri góðir og dugnaligir venjarar hava verið hesaferð, teirra millum er Magnus Dal-Christiansen. Magnus er vanliga venjari hjá U13 A og hevur nógvar royndir innan badmintonlegum sum heild. Harafturat er Magnus landsliðleikari. Magnus er júst afturkomin úr Slovenia har hann hevur verið á venjingarlegu fyri venjarar. Mariann Øster er annar høvuðsvenjari. Hon er fastur venjari í Miniton og hevur nógvar royndir innan badmintonspøl og læring.

Í dag var seinasti dagur og í hesum sambandi fingu øll børnini eina T-shirts og ein felagsmynd varð tikin.

Badmintonleikárið hjá flest feløgum kring landið byrjar annars um mánaðarskiftið. So nú er at skunda sær at melda til. Hjá Havnar Badmintonfelag byrjar tilmeldingin umleið 19. august og fer fram umvegis heimasíðuna www.hbf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo