Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Vinna

Bakkafrost hevur í morgun mist góð 7% av sínum virði á børsinum.

Tað hendir eftir at føroyski alirisin í morgun boðaði frá úrslitinum í triðja ársfjórðingi

Les eisini: Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 168 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2018 

Úrslitið er væl lakari enn somu tíð í fjør, tá tað var 252 mió kr. 

Tá ein fyritøka ikki livir upp til tað, sum íleggjarar vænta sær, so er kontant avrokning alt fyri eitt, og kursurin á partabrævinum fellir. Partabrævið hjá Bakkafrost var í gjár handlað um kurs 500 norskar krónur. Eftir børsfráboðanina í morgun datt tað eina løtu niður um 450 NOK, men rættaði seg síðani nakað aftur.

Samlaða marknaðarvirði á Bakkafrost er framvegis góðar 22 mia NOK, og hóast stórt fall í dag, so kunnu tey sum eiga í ikki gremja seg, tí higartil í ár er virðið á partabrævinum økt smá 40 prosent umframt vinningsbýtið sum er latið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo