Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Føroya Fútarættur hevur ídag í úrskurði mett at P/F Bakkafrost Farming hevur forrætt til aliøkið A-72 í Haraldsundi. Samstundis hevur Fútarætturin staðfest at tað er Heilsufrøðisliga Starvsstovan sum sambært § 78 í rakstrarkunngerðini umsitir hetta øki, og at Heilsufrøðiliga Stravsstovan í hesum sambandi kann niðurleggja páboð og forboð.

- Tað er av heilt vitalum tydningi, at Bakkafrost Farming kann reka sítt lógliga virksemi á aliøkinum. Í samband við at alivirksemið hjá Bakkafrost er ólógliga tarnað av fiskiskapi inni á sjálvum aliøkinum – sum alsamt er settur tættari at aliringunum, hevur Bakkafrost seinastu tíðina havt samráð við fiskimenninar, sum hava sett sín reiðskap inni á aliøkinum.

- Hóast tað er púra greitt í lóggávuni, at tað ikki er loyvt at fiska inni á aliøkjum (Kg. nr. 134/2009, grein 69 – og Kg. nr.80/2019, grein 69), so hevur tað ikki borið til at fingið skil á hesi viðurskifti.

- Í samband við at Bakkafrost skal umskipa sínar aling inni á aliøkinum - soleiðis sum tað vanliga verður gjørt av og á – var neyðugt at fáa fiskireiðskapin fluttan, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

- Hóast heitt hevur verið bæði munnliga, skrivliga og við fundi á avvarðandi fiskimenn um at flyta reiðskapin, so var noktað fyri hesum. Bakkafrost sá sær tí ongan annan útveg enn at biðja myndugleikarnar taka málið til viðgerðar, og hevur Føroya Fútarættur ídag avgjørt at Bakkafrost hevur fullan rætt til at ala inni á tí aliøki, sum felagið hevur fingið tillutað í Haraldsundi – og at tað, soleiðis sum kunngerðin sigur, ikki er loyvt at fiska inni á sjálvum aliøkinum.

- Leggjast kann afturat, at aliøkið er ikki broytt seinastu mongu árini, og at felagið ikki hevur søkt um nakrar broytingar í hesum umfari, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo