Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Vinna

Tá Bakkafrost fyrr í ár keypti meirilutan av partabrøvunum í The Scottish Salmon Company noyddist fyritøkan at bjóða øllum partaeigarum at selja sín lut til Bakkafrost. Tað tilboðið endaði í gjár, og tá gjørt varð upp kom fram, at partaeigarar umboðandi 24.585.445 partabrøv hava tikið av tilboðnum og selt.

Bakkafrost eigur harvið nú 95,6% av øllum partabrøvunum í The Scottish Salmon Company, boðar Bakkafrost frá í børsfráboðan í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo