Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Regin Jacobsen, stjóri, hevur alla orsøk at smílast. Íleggjararnir hava stórt álit á honum og Bakkafrost.

Kursurin á partabrævinum hjá føroyska alirisanum Bakkafrost kennir bara ein veg í dag, og tað er beint upp í loft.

Í skrivandi løtu liggur kursurin á 403,6 sum er ein vøkstur uppá yvir 6% í mun til endakursin í gjár.

Talan er samstundis um 'all-time-high' - kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrost hevur ikki verið hægri enn tað sama.

Gongdin í dag er helst merkt av óvæntaða góða úrslitinum, sum Bakkafrost boðaði frá fyrr í vikuni, og ætlanunum um at lata metstórt vinningsbýti í apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo