Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Vinna

Bakkafrost hevur økt munandi um tøkuna av fiski í triðja ársfjórðingi í ár í mun til somu tíð í fjør.

Samlaða tøkan triðja ársfjórðing hevur verið 12.900 tons. Tað skal samanberast við 7.217 tons somu tíð í fjør.

Í 2018 var triðji ársfjórðingur merktur av ymsum avbjóðingum, so sum størri felli og seinkingum í samband við nýggju verksmiðjuna.

Fóðursølan var 33.900 tons triðja ársfjórðing í ár. Øll frágreiðingin verður klár 5. november.

Kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrost á Oslo Børsi hækkaði frá morgunstundini við einum lítlum prosentstigi, men hevur í skrivandi løtu mist nakað av framgongdini, so hann liggur á umleið plus 0,5% í dag, har nógv partabrøv annars minka í virði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo