At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Vinna

- Bakkafrost væntar at sjóseta 13,5 milliónir smolt í 2019 sammett við 12,6 milliónir smolt í 2018 og 9,9 milliónir smolt í 2017. Talið av sjósettum smolti er ein høvuðs fyritreyt, tá ið metast skal um framtíðar framleiðslu hjá Bakkafrost.

Tað sæst í ársfrágreiðingini sum liggur á heimasíðuni.

Bakkafrost hevur eina samlaða árliga framleiðsluorku uppá 12 milliónir smolt sum viga 200 gram í miðal, men longu í ár verður hetta økt til 15 milliónir smolt sum viga 400 gram í miðal. Málið er, at innan 2021 skulu smoltini viga í miðal 500 gram tá tey verða sjósett.

Langtíðarætlanin hjá Bakkafrost er, at 40-50% av tiknu nøgdunum av laksi verða seldar sum virðisøktar vørur við sáttmálum til ásettan prís.

Bakkafrost hevur undirskrivað sáttmálar, sum fevna um eini 33% av væntaðu tøkuni í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo