Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Ongantíð áður hevur partabrævið hjá Bakkafrost verið so nógv vert, sum tá børsurin í Oslo lat aftur í dag.

Kursurin kom uppá 372,7 norskar krónur, sum er smá trý prosentstig meira enn í gjár. 

Sambært Olsobors.no hevur framgongdin hjá partabrævinum uppá ein mánaða verið stívliga 20% og uppá eitt ár sløk 30%. Verður lagt upp fyri krónukursinum hevur vøksturin í donskum krónum verið góð 16% uppá ein mánaða og sløk 24% eftir einum ári.

Sostatt kann staðfestast, at Bakkafrost veruliga er komið "aftur í  aftur" eftir aldudalin í apríl, tá partabrævið kundi keypast fyri lítið meira enn 250 krónur. Ella eini 40% minni enn í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo