Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Hóast avbjóðingar var rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost methøgt í fjør. Og nevndin hevur skotið upp at lata vinningsbýti á 10,50 dkr fyri hvørt partabrævið.

Tað er methøgt vinningsbýti.

Ein lítlan tíma eftir at marknaðurin lat upp er kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrost hækkaður góð 2%. Partabrævið kostar í skrivandi løtu 383 nkr. Í oktober í fjør setti hann met, tá var hann nærum 390 nkr.

Sambært heimasíðuni hjá Bakkafrost hevur vinningsbýtið ligið ímillum 1 krónu (2012) og 8,70 kr (í fjør).

Vinningsbýtið verður útgoldið síðst í apríl mánaða, tað verður útgoldið í norskum krónum, og gjaldoyrakursurin, sum verður brúktur, verður kunngjørdur tann 16. apríl, upplýsir Bakkafrost. 

Samlaða vinningbýtið fer at kosta Bakkafrost 513 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo