Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Føroyar hava fingið síni fyrstu stig - og sín fyrsta sigur til høldar - í hesari EM-undankappingini.

Hetta hendi, eftir at liðið í kvøld vann fult uppiborið 1-0 ímóti Malta á Tórsvølli.

Einsamalla málið hjá Føroyum fekk Rógvi Baldvinsson í 70. minutti, tá hann stútaði eitt frálíkt horna frá Brandi Hendriksson Olsen í kassan.

Hetta var fjórða málið hjá Baldvinsson í 40 dystum á føroyska landsliðnum

Fyrri hálvleikur var heldur linligur, má sigast, og tók tað leingi hjá fleiri av føroysku leikarunum at seta seg á dystin.

Men í seinna hálvleiki kom meira ferð á hjá føroyingunum, sum at enda góvu Lars Olsen, fráfarandi landsliðvenjara, og Atla Gregersen, fráfarandi liðskipara, eina stak góða farvælgávu í teirra seinasta heimadysti á Tórsvølli.

Debutanturin á føroyska liðnum, høgribakkurin Jóannes Kalsø Danielsen varð kosin dagsins leikari av føroysku áskoðarunum.

Danielsen var heldur varin í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki ernaðist hann av álvara, og var hann tá ein av vandamiklastu leikarunum hjá Føroyum.

Í 65. minutti legði KÍ-leikarin eitt framúr innlegg úr høgru, sum Viljormur Davidsen var síðstur á.

Maltesiski málverjin bjargaði tó sera væl. Tað gjørdi hann eisini, tá innskifti Klæmint Andrasson var púra fríur ímóti honum í 91. minutti.

Hallur Hansson var fyrstur á returinum og skuldi havt skorað, men skjeyt við síðurnar av.

Maltesar høvdu ikki nógv at bjóða uppá, men í 74. minutti var Nwoko, framherjin hjá Malta, sera nær við at skjóta bóltin í kassan við einum vøkrum skoti úr 25 metrum. Bólturin fór sentimetrar fram við málinum hjá Gunnari Nielsen.

2.677 áskoðarar møttu upp til dystin í kvøld.

Tvey umfør eru eftir at leika í bólki F. Føroyar og Malta hava trý stig hvør undan hesum báðum umførunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo