Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Høvuðsstaðurin í Teilandi, Bangkok, hevði í 2018 næstan 23 milliónir vitjandi.

Við næstan 23 milliónum vitjandi í 2018 leggur høvuðsstaðurin í Teilandi býirnar París og London aftanfyri seg, sum eru ávikavist nummar tvey og trý við nakað yvir 19 milliónum vitjandi. Síðani kemur Dubai við 15,9 milliónum.

Hinir býirnir á topp-tíggju eru Singapore, Kuala Lumpur í Malaysia, New York, Istanbul, Tokyo og Antalya í Turkalandi.

Verður hugt eftir, hvussu nógvar pengar ferðafólkini brúka per dag í einum býi, so liggur Dubai nummar eitt, har brúktir verða 553 dollarar per persón, skrivar pengamagasinið Forbes. Síðani kemur París við 296 dollarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo