Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Deildin hjá BankNordik á Amager, Keypmannahavn (mynd: VP).

BankInvest, sum er donsk fyritøka sum umsitur kapital, og sum BankNordik eigur ein part av, hevur broytt háttin sum eigararnir verða virðismettir. Broytingin ger, at virðið verður munandi hægri enn áður, og tí hava fleiri danskir bankar í dag sent út børsfráboðan, har teir hava uppskrivað síni virði og væntaða úrslit.

Tilsamans 39 bankar eiga BankInvest, og hóast BankNordik ikki telist ímillum størstu eigararnar, so sæst uppskrivingin aftur í væntaða úrslitinum hjá BankNordik í ár. Partabrøvini hjá BankNordik í BI Holding, sum er felagið aftanfyri BankInvest, eru nú 21 miliónir krónur meira verd. Bankin hevur boðað frá, at úrslitið í ár fer at liggja ímillum 165-215 mió kr og ikki ímillum 150-200 mió kr sum áður fráboðað.

Partabrævið hjá BankNordik hækkaði við 1,75% á børsinum í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo