Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

BankNordik hevur stovnað BankNordik-savnið og samstundis givið nýstovnaða savninum 626 listaverk í gávu. Savnið skal umsita, varðveita og sýna fram tey mongu listaverkini, sum bankin hevur keypt gjøgnum árini, umframt menna listasavnið og føroyska list.
 
BankNordik-savnið er skipað sum ein sjálvsognarstovnur, og BankNordik letur savninum 626 listaverk til ognar. Verkini eru virðismett til 5.040.000 kr. Umframt listaverkini letur bankin savninum 250.000 kr. í byrjanarpeningi og 150.000 kr. til árliga raksturin í 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021.
 
- Vit hava tikið stig til at stovna BankNordik-savnið, til tess at fleiri kunnu fáa gleði av listaverkunum.  Listagoymslan hjá bankanum er so mikið stór, at øll listin als ikki rúmast á bankadeildum og í bygningum okkara kring landið. Tí hava verkini ikki fingið ta sjónligheit, sum tey av røttum hava uppiborið, og hetta vilja vit nú broyta. Við nýggja BankNordik-savninum tryggja vit, at listin kemur til sín rætt og verður umsitin og viðlíkahildin á tryggan og virðiligan hátt, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. 

Í stýrinum fyri savnið eru Helgi Fossádal, Árni Winther, Edward Fuglø og Jákup Simonsen (vantar á myndini).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo