Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Vinna

BankNordik hevur biðið Nordea um at kanna møguleikan at útvega 100 - 150 milliónir krónur í sonevndum hybridum kapitali.

Hybridkapitalur er í stuttum lán sum bankin tekur sum ikki gongur út, og sum kann telja við sum ábyrgdarfæ. Saman við eginpeninginum er hybridkapitalurin bankans kjarnukapitalur, ella við øðrum orðum eitt millumting ímillum eginpening og lánipening.

Carl Herup Olsen, ráðvegi í stjórnarumsitingini hjá BankNordik sigur við VP, at átakið er partur av áhaldandi royndum bankans at optimera kapitalstrukturin og harvið virðini hjá eigarunum.

- Bankin hevur áður havt slíkan kapital inni, men hevur ongan í løtuni. Lága rentan ger, at tað kann vera ein fyrimunur, og tí verður tað kanna, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo