Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

2017 var árið, tá BankNordik lutaði út eitt serliga stórt vinningbýti. Verður lagt upp fyri tí, hevur partaeigarin lagt afturat ognini, hóast kursurin á partabrævinum er fallin.

Hesar upplýsingar væntaðu í greinini sum VP skrivaði herfyri við heitinum Marknaðurin revsar BankNordik.

- Tað er rætt, at kursurin á partabrævinum samanumtikið er fallin í 2017, men verður lagt upp fyri stóra vinningsbýtinum til partaeigararnar, sum bankin hevur útlutað í ár, so hava partaeigararnir í veruleikanum økt um sína ogn, vísir Carl Herup Olsen, stjórnarskrivari í BankNordik á.

Bankin útlutaði 300 milliónir krónur í apríl í ár. Tað svarar til 30 krónur fyri hvørt partabrævið.

- Tá 300 milliónir verða lutaðar út av eginognini hjá bankanum, er tað heilt nátúrligt at kursurin fellur samsvarandi. Tí ber ikki til at staðfesta, at partaeigararnir hava mist ein fjórðing av sínum ognum í bankanum, vísir hann á.

Verður ársbyrjan í ár sett til indeks 100 (sí myndina niðanfyri) ber til at staðfesta, at ein íløga í BankNordik við ársbyrjan ikki er minkað í árinum, men hevur mestsum staðið í stað ella kanska er kvinkað eitt sindur upp í virðið. Tá lagt verður upp fyri útlutaða vinningsbýtinum, væl at merkja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo