Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

-Okkara sildakvota verður við hesum broytingum somikið lág, at grundarlag er ikki fyri báðum skipunum, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari, við Útvarpið.

Sambært egnum útrokningum hjá reiðarínum verður ikki meira enn umleið 12.000 tons av norðhavssild til tey bæði skipini, Norðborg og Christian í Grótinum, at fiska. Og tað er alt ov grundarlag fyri tveimum skipum, sambært Kristiani Martini Rasmussen.

Hoyr samrøðu her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo