Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Tað var eitt stórt vónbrot, tá filmsliðið við Walt Disney og Steven Spielberg í fjør fyrst sýndu áhuga fyri at gera ein part av stórfilminum 'The Big Friendly Giant' her í Føroyum, men so seinni kortini slepti ætlanunum.

Sparingar gjørdu, at avgjørt var at gera upptøkurnar í Skotlandi í staðin til filmin, sum verður liðugur í summar (sí brellbita).

Men hjá Visit Faroe Islands ivast tey ikki í, at tað er bara ein spurningur um tíð til ein stórfilmur verður gjørdur í Føroyum. Og í ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands sæst, at fólkini hjá Spielberg, sum vóru og kunnaðu seg um viðurskiftini í Føroyum í fjør, hildu tað sama.

- Síðani hava tað verið nakrar vitjanir og fyrispurningar um Føroyar sum filmsland afturat í seinastuni, ið arbeitt verður víðari við, sigur Visit Faroe Islands í ársfrágreiðingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo