Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Bárður á Steig Nielsen segði beinleiðis í Útvarpinum, at hann nú fer at tosa við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Hann hevði fingið eina freist til klokkan 11 at fáa tað seinasta upp á pláss í samráðingunum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, men hann segði við Útvarpið at samráðingar ikki bóru á mál.

Tingformaðurin Páll á Reynatúgvu, segði við Útvarpið, at um nú Bárður á Steig Nielsen ikki finnur eina loysn klokkan 13, so verður samráðingarrætturin latin øðrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo