Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tiltøk

Nýggj føroysk skaldsøga og nýtýtt høvuðsverk í norðurlendskum bókmentum í Orðum og tónum í kvøld.
Tónleikin hesa ferð eiga Guðrun og Bartal.

Jonhard Mikkelsen leggur fram nýggju skaldsøguna Hinumegin garðin eftir William Smith. 

Eftir innleiðsluna fara høvundurin og Marjun Bæk, prestur, at tosa um høvuðsevnið í skaldsøguni: sunnudagsskúlin og barnasálin.

Eftir steðgin tosar Guðrun Gaard stutt um skaldskapin eftir Knut Hamsun við serligum atliti at Svølti. Vit síggja brot, sum er 5 minuttir úr filmaðu útgávuni, og síðan tosa Guðrun og Edvard um Svølt og um at týða hana.

Skráin er henda:
20:00     Vælkoma og kunning um mongu nýggju útgávur Sprotans.
20:05     Hinumegin garðin
    Jonhard Mikkelsen leggur nýggju skaldsøguna fram
    William Smith, rithøvundur, og Marjun Bæk, prestur, tosa um sunnudagsskúlan og barnasálina.
20:45     Tónleikur – Guðrun og Bartal  
21.00     Steðgur
21:15     Guðrun Gaard tosar stutt um skaldskapin eftir Knut Hamsun
     5 minuttir úr filminum Svøltur
    Guðrun Gaard og Edvard Olsen tosa um Svølt og um at týða bókina.
21:45     Tónleikur – Guðrun og Bartal 

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 í Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo