Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Øll árini síðani 2001, tá vit fingu Barsilsskipanina, hevur støðugt verið arbeitt fram ímóti at farloyvið skal vara í eitt ár - 52 vikur.

- Og hetta er ein partur av tí arbeiðnum, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varar av skipanini.

Broytingin, sum øll í Løgtinginum tóku undir við í gjár, ger, at samlaða tíðarskeiðið, foreldur kunnu vera í barsilsfarloyvi, verður longt úr 44 upp í 46 vikur. Foreldur sum hava ættleitt fáa nú upp í 50 vikur.

Harumframt verður eftirlønargjald nú lagt omaná barsilspeningin.

Foreldrini skulu framvegis halda farloyvi eftir einum frammanundan fastløgdum leisti. Tað er framvegis mamman, sum skal halda 14 tær fyrstu vikurnar og 4 vikur eru markaðar til pápan. Í báðum førum skulu hesar vikurnar haldast innan fyri tær fyrstu 46 vikurnar eftir at barnið er føtt. Síðani eru 28 vikur, sum foreldrini kunnu býta ímillum sín, sum tey vilja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo