Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið hevur í fíggjarætlanini fyri 2019 avsett tvær miljónir til at fyrireika bygging av bátahyli í Álakeri. Tað hevur verið tørvur á fleiri bátaplássum í Tórshavn í nógv ár. Við ársenda 2018 vóru tað 200, sum stóðu á bíðilista til bátapláss, og sum øll hava goldið kr. 2.000 í depositum. Í Tórshavn og á Argjum eru tilsamans 550 bátapláss.

Metingar av einari bátahavn í Álakeri vísa, at tað verður pláss fyri millum 200- og 250 bátum, alt eftir bátastødd, og hvussu havnin verður skipað við flótibrúgvum. DHI hevur gjørt simuleringarnar sum vísa, at longri brimgarðurin er, sum verjir bátahylin, kyrrari verður í bátahylinum. Royndir eru gjørdar við 3 ymiskum longdum.

Um tann loysnin, har innsiglingin er 50 metur verður vald, sigur simuleringin, at kyrran verður eins góð og miðal kyrran er við bátaplássini á Skálatrøð. Nevnast kann eisini, at økið á landi verður víðkað við 2.000 m2. Brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini, segði undir viðgerðini, at kappróðarøkið ikki verður nervað av útbyggingini. Tvørturímóti fær kappróðurin betri umstøður á landi, eisini verður nýggjur dráttur gjørdur til kappróðrarbátar. Streymúttøk og vatn til bátar verða á øllum brúgvunum.

Arbeiðið kann verða liðugt í apríl 2022. Havnameistarin viðmælti at taka undir við eini byggiskrá, vinnunevndin tók undir við tilmælinum og málið varð samtykt á býráðsfundi í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo