Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Tiltøk

Landssjúkrahúsið: Mikudagin 27. januar 2016 kl. 14.00 – 16.00 fer Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, at hava almenna telefontíð.

Tá ber til hjá bæði sjúklingum og avvarðandi sum hava eitthvørt uppá hjarta, ella liggja inni við onkrum góðum hugskoti, at ringja beinleiðis til sjúkrahússtjóran.

Hetta nýggja tiltakið er sett í verk fyri at stytta um frástøðuna og betra um samskiftismøguleikarnar hjá borgarum til stjórnina á Landssjúkrahúsinum.

Telefontíð hjá stjóranum verður á skránni síðsta mikudag í hvørjum mánaði kl. 14.00 – 16.00.

Sjúkrahússtjórin verður at hitta á tlf. 304591.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo