Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

BirkBloggur: Týski filmurin hjá Maren Ade um pápan og dóttrina, sum royna at finna saman aftur undir tragikomiskum umstøðum, er kosin besti filmur í Evropa. Tað kunngerð Evropa Parlamentið í dag.

Í tíðindaskrivi sigur Parlamentið, at LUX 2016 vinnarin er Toni Erdmann eftir týska leikstjóran Maren Ade (f.1976). Søgan er hildin upp móti evropeiska samfelagnum í dag. Filmurin varð valdur fram um As I Open My Eyes eftir fransk-tunesisku Leyla Bouzid (f.1984) og My Life as a Courgette eftir sveisiska Claude Barras (f.1973).

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo