Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Vinna

Vinnuhúsið: Skipanin við forhondsgóðkenning av fyritøkum at seta í starv útlendska arbeiðsmegi eigur at verða víðkað. Mælt verður til, at 3,5% markið verður tikið burtur, og at skipanin við forhondsgóðkenning verður galdandi yvirhøvur, ikki einans fyri ES-borgarar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at skipanin við forhondsgóðkenning av fyritøkum at seta í starv útlendska arbeiðsmegi verður víðkað.
 
Føroyski arbeiðsmarknaðurin er opin, og føroyingar hava frælsi at flyta seg út um landoddarnar eftir nýggjum størvum – eisini um líknandi størv eru at fáa í Føroyum. Um hetta framhaldandi skal vera soleiðis, er neyðugt, at eisini føroyskir arbeiðsgevarar fáa fríar ræsur til at fáa arbeiðsmegi inn um landoddarnar.
 
Arbeiðsloysið í Føroyum er nú lægri enn tað hevur verið leingi, ja kanska nakrantíð. At tað er trupult hjá vinnulívinum at manna tey størv, sum eru tøk, er ein sannroynd. Og tað er eisini ein sannroynd, at hetta hevur ført til eitt størri lønartrýst, enn tær góðu tíðirnar einsamallar eru orsøk til.

Í mun til ES-londini hava føroyskar fyritøkur lættari atgongd til arbeiðsmegi, tá arbeiðsloysið í Føroyum fer niðurum 3,5 %. Vit eru langt niðanfyri 3,5 % nú, og ES-skipanin er við til at lætta um atgongdina til arbeiðsmegi, men hetta er tó als ikki nokk.

Arbeiðsloysið í ES er eisini lágt, og tí er ikki líka nógv, sum eru áhugað í at fara uttanlands at arbeiða. Føroyskum vinnulívi tørvar lættari atgongd til arbeiðsmegi yvirhøvur.
 
Til valið í 2015 hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag tað valynski, at 3,5 % markið skuldi takast burtur. Tá var arbeiðsloysið um 3 %. So hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag framhaldandi hevur tí greiðu støðu, at markið á 3,5 % eigur at verða tikið burtur, so er hetta als ikki nokk í mun til verandi støðu á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er avgerandi fyri ein vælvirkandi føroyskan arbeiðsmarknað og eitt sterkt vinnulív, at føroyski arbeiðsmarknaðurin altíð er nóg opin til at manna tey størv, sum tøk eru. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo