Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Í grein í danska Finanswatch verður varpað ljós á serligu støðuna í Betri, har nógvar kvinnur eru partur av nevndum og eru leiðandi starvsfólk. 

Samrøða er gjørd við Jean Djurhuus, forstjóra í Betri Banka, um gongdina, sum er sermerkt í mun til restina av bankageiranum í kongaríkinum. 

Í danska bankageiranum er óvanligt, at so nógvar kvinnur eru leiðandi starvsfólk. Bara 8 út av 58 bankum hava kvinnulig starvsfólk í leiðandi størvum tætt upp á stjórn. Í Betri Banka eru 6 út av 9 nevndarlimum kvinnur og 5 út av 7 rakstarleiðarum eru kvinnur. Umframt hetta eru stjórarnir í Betri Trygging, Betri Heim og Betri P/F kvinnur.

Jean Djurhuus, forstjóri, sigur millum annað, at breiða kynsumboðanin er gevandi, tí tað hevur við sær øðrvísi og betri kjak.

"Um ein leiðsla ella nevnd er samansett av 9 monnum á umleið 60 ár við somu útbúgving og arbeiðsroyndum, so haldi eg ikki, at kjakið verður serliga breitt", sigur Jean Djurhuus m.a. við Finanswatch.

Øll greinin kann lesast (krevur hald): trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo