Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Tað gongur væl í føroyska samfelagnum, og tað sæst aftur í úrslitinum hjá Betri samtakinum.

Fyrra hálvár 2019 hevði samtakið ein vinning áðrenn skatt upp á góðar 177 mió. kr.

Úrslitið hjá samtakinum er avleiðing av góðu úrslitunum í dótturfeløgunum umframt jaligu gongdini á virðisbrævamarknaðinum.

Betri Banki fegnast um økt útlán til kundar, samstundis sum rakstrarkostnaðurin er minkaður. Bankin hevur veitt lán um alt landið, og vøksturin er størstur uttanfyri Havnina.

Savnaða úrslitið hjá Betri Trygging er gott, hóast nógvir stórir brunaskaðar hava verið á sethús farna hálvárið. Góða úrslitið er serliga orsakað av einari stórari afturføring av eini skaðaavseting.

Betri Pensjón hevur havt vaksandi virksemi við góðum avlopi seinastu árini. Avkastið frá íløguvirkseminum hjá Betri Pensjón farna hálvár hevur eisini verið gott. Kundarnir hava í miðal fingið eitt gott avkast fyrra hálvár.

Farna hálvárið hjá Betri Heimi vísir, at eftirspurningurin eftir ognum í Føroyum framhaldandi er sera høgur. Kappingin um at selja hús er tó harðnað, nú fleiri meklarar eru komnir á marknaðin.

- Vit hava sum endamál at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Vit eru eitt serføroyskt fíggjarsamtak, sum savnar seg um føroyska kundan, og tí er tað gott at síggja, at búskapargongdin í føroyska samfelagnum er góð, og at vit fáa hjálpt kundunum við at veita fígging og heim, og at tryggja tey gjøgnum skaðatryggingar, lívstryggingar og pensjónsuppsparingar, sigur Evy Jacobsen, stjóri í Betri samtakinum.

Fyrra hálvárið hjá samtakinum í stuttum

- Úrslitið áðrenn skatt: 177,4 mió. kr.
- Solvensurin við hálvár: 39,1%
- Javnin við hálvár: 12,9 mia. kr.
- Eginognin: 3,2 mia. kr.

Fyrra hálvárið hjá dótturfeløgunum í stuttum

Betri Banki

- Úrslitið áðrenn skatt: 69,6 mió. kr.
- Útlán: 6,3 mia. kr.
- Innlán: 7,7 mia. kr.

Betri Pensjón

- Úrslitið áðrenn skatt: 9,0 mió. kr.
- Avkast av íløguvirksemi: 81,6 mió. kr
- Avkast av íløguvirksemi (í prosentum): 6,6%

Betri Trygging 

- Úrslitið áðrenn skatt: 77,2 mió. kr.
- Tal á skaðum: 5.800
- Skaðaendurgjøld tilsamans: 121 mió. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo