Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Strandferðslan setti í oktober mánaða í fjør bíleggingarskipan í verk fyri ferðing við akførum umborð á Teistanum av Gomlu Rætt. Skipanin hevur sostatt virkað í eitt gott ár, og undirtøkan er góð.

- Nógvar áheitanir eru komnar um eisini at seta bílegginarskipanina í verk í Skopun, so pláss kann bíleggjast til akfarið, tá ið man fer av Sandoynni. Avgerð er nú tikin um at seta hetta í verk fyrsta ársfjórðing komandi ár, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

SSL fer nú at greina og fyrireika íverksetanina, og síðani verður skipað fyri almennari kunning í Sandoynni fyri myndugleikum og brúkarum, áðrenn bíleggingarskipanin verður sett í verk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo