Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Fyrispurningur um sparingarnar á Strandferðsluni, settur landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðin Mortensen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógv kostaði tað Strandferðsluni at keypa Alpha Pilot, rigga hann til og seta hann í sigling millum Gomlurætt og Hest?

2. Hvussu nógv hevur raksturin av leiðini kostað higartil í ár?

3. Hvussu hevur landsstýrismaðurin fíggjað keypið og raksturin?

4. Hvussu nógv skal Strandferðslan spara fyri at fáa játtanina fyri 2019 at halda?

5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at játtanin fer at halda?

6. Tekur landsstýrismaðurin undir við spariætlanini hjá Strandferðsluni, sum millum annað ber við sær at hækka ferðaseðlaprísirnar á nólsoyar- og suðuroyarleiðini? 

Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin hevur alment greitt frá, at sparingarnar á Strandferðsluni skulu gerast í samráð við Samferðslumálaráðið.

Landsstýrismaðurin hevur eisini greitt frá, at tað eigur at bera til at gera sparingar, so túrar ikki verða tiknur burturúr og so, at starvsfólk ikki verða uppsøgd.

Nú hevur Strandferðslan lagt eina ætlan fyri, hvussu góðar 4 milliónir krónur kunnu sparast.

Løgtingið hevur ikki verið partur av avgerðini hjá landsstýrismanninum at seta nýtt virksemi í gongd á sínum málsøki, tá skip varð keypt til Hestleiðina.

Hetta er óvanligt og á markinum fyri teimum heilmildum, ein landsstýrismaður hevur.

Tí eigur landsstýrismaðurin at greiða frá, hvussu nógv hansara dispositiónir á fíggjarlógini uttan um Løgtingið hava kostað skattaborgaranum, og í hvønn mun hetta hevur verið orsøkin til ta støðu, Strandferðslan nú er komin í.
 
Á Løgtingi, 21. juni 2019
Bill Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo