Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

17 ára gamla Billie Eilish úr Los Angeles trónar á toppinum á hitlistunum kring heimin.

Hon er yngsta kvinna sum hevur ligið ovast á bretska hitlistanum, skrivar NME.

Debutalbummið hjá heimsins mest umtalaða tannáringi, «When We All Fall Asleep, Where Do We Go?» legði seg beinanvegin ovast á almenna albumlistanum í Stórabretlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo