Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Bilrøkt verður nýtt Kia umboð í Føroyum frá 1 januar 2020. Bilrøkt tekur sostatt yvur alla sølu og tænastu hjá KIA í Føroyum.

Vit hava leingi ynskt okkum at fáa eitt bilmerki at umboða, og tá hetta gjørdist ein møguleiki, tóku vit sjálvandi av. Tað vóru ikki bert vit, men fleiri sum vístu áhuga fyri Kia umboðinum. Men vit hava verið í einari jaligari tilgongd við Kia Danmark, og eru sera fegnir um, at kunna kalla okkum eitt góðkent Kia umboð í Føroyum, sigur Jákup á Borg stjóri á Bilrøkt.

Kia, er eitt av størstu merkjunum í heiminum. Teir eru serliga kendir fyri flott design, góðsku og ikki minst, at vera tann einasti bilframleiðarin, ið kann bjóða heili 7 ára garanti til allar bilar teirra. Hetta hóskar væl til okkara virksemi, og tað sum vit hava at bjóða frammanundan.

Vit eru sera fegnir um at gerast ein partur av einum slíkum netverkið, ið røkkur um allan heimin. Vit hava tí valt at fara hundra prosent inn í hetta samstarvið, og byggja tí eina nýggja flotta søluhøll til hetta endamálið, sigur Jákup á Borg.

Tað vera vit á Bilrøkt, ið koma at veita øllum Kia kundum tænastu framyvir, líkamikið um talan er um ein nýggjan ella eldri Kia bil. Vit fara sjálvandi eisini framhaldandi at geva okkara núverandi og nýggju kundum tí bestu tænastuna. Vit hava sent okkara fólk til tey skeið ið kravd eru, so vit eru klárir at geva bestu tænastuna, eisini innan el-bilar, ið verður framtíðin.

Tað verða nógv góð KIA tilboð, tá vit lata upp leygardagin tann 04.01.2020. Øll eru hjartaliga vælkomin út á Stiðjagøtu 3 í Tórshavn, til eitt bilprát á Bilrøkt, sigur ein fegin Jákup á Borg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo