Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Framsýningar

- Føroyska náttúran og lívið við havið eru afturvendandi myndaevni í listaverkunum hjá mær, sigur Birgit Kirke.

At vaksa upp í einum lítlum oyggjasamfelagið sum tí føroyska, hevur haft stóra ávirkan. Náttúran og skiftandi veðurlagið hava sett síni spor, og tað sæst aftur í listaverkunum.

- Eg vóni verkini vekja forvitni og hugflogi hjá fólki, so tey fáa hug at fara á ”leitingarferð” í verkunum. Eg gleði meg at vísa fram nýggjastu verkini hjá mær og fortelja eitt sindur um hvat eg fáist við í løtuni, sigur hon.

Seinastu árini hevur Birgit Kirke haft framsýningar bæði í Føroyum, Danmark, Grønlandið, Svøríki, Íslandið, Týsklandi, Álandsoyggjunum, Spania og Bulgaria.

Nýbryggjað kaffi og te er á kannuni, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Birgit Kirke í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo