Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Onnur tíðindi

BIG ella Bjarke Ingels Group hevur higartil sent rokningar til Landsverk fyri kr 58.175.999,41. Tað vísir innlit, sum VP hevur biðið um.

BIG er høvuðsarkitekturin og tekniskur ráðgevi handan Glasir verkætlanina, men hevur eisini brúkt føroyskar undirveitarar, millum annað Fuglø arkitektar, sum BIG upprunaliga vann kappingina saman við.

Fyrrverandi stjórin í Landsverki, Ewald Kjølbrø, hevur fleiri ferðir sagt, at tað er vánaliga ráðgevingin frá Bjarke Ingels Group sum hevur gjørt, at tamarhaldið er mist á verkætlanini, sum er blivin nógv dýrari enn upprunaliga ætlað. Og í brævi til BIG í desember 2013 tekur LV fyrivarni fyri møguligum endurgjaldskravi.

Í upprunaliga sáttmálanum ímillum LV og BIG frá februar 2010 verður samsýningin hjá BIG ásett til kr 37.687.200. Harumframt eru ásettar 5,8 mió kr til BIG í ískoytissáttmála um projektering, sum varð gjørdur í juni 2013.

Í upprunaliga sáttmálanum frá 2010 er eisini ein áseting sum sigur, at gerst samlaða verkætlanin dýrari enn tað sum hon skuldi, so útloysir tað eina proportionala meirrokning frá BIG.

Higartil hevur BIG sent LV rokningar fyri stívliga 58 milliónir krónur, nærum 15 milliónir krónur meira enn upprunaliga upphæddin í sáttmálanum. Sostatt hevur BIG fingið væl burturúr, at Glasir verkætlanin er blivin so nógv dýrari enn hon skuldi, sum beinleiðis avleiðing av vánaligu ráðgevingini frá júst BIG, sambært Ewald Kjølbro.

Hjá Landsverk duga tey ikki at siga, um seinasta rokningin frá BIG er komin í húsið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo