Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Bjørn á Heygum hevur í dag eina drúgva grein um útbjóðingina av vindmyllu lundunum á Eiði og í  Hoyvíkshaganum. Niðurstøðan er, at best er at varðveita almenna monopolið, tí SEV er betri kappingarført enn privatu feløgini. Hetta er ikki rætt.

Útboðstreytir og prísur
Tilboð av hesum slagi hava eina ørgrynnu av fortreytum, sum skulu uppfyllast. Allar hesar fortreytir kosta pengar, og slakaði ein veitari uppá nakrar fáar av teimum, vildi hetta ávirka prísin ein heilan hóp. Bjørn á Heygum veit ikki, hvussu Magn, SEV og Røkt hava uppfylt hesar treytir, og hvørja ávirkan hetta hevur á endaliga prísin. Tað kann væl henda, at tann, sum hevði hægst prís, hevði uppfylt treytirnar, og veruliga hevur lægsta prís, meðan hini við lægri prísi, ikki hava, og tí mugu justera prísin uppeftir. Hetta síggja vit, tá myndugleikin kemur við niðurstøðuni. Innan tað ber ikki til at siga, hvør er best og bíligast.

“Lægsti” prísurin
Lægsti prísurin hjá SEV er fyri vind framleiðslu í økinum hjá Siggert Patursson. Her hevur SEV einki loyvi at framleiða. Tí er 100% greitt, at SEV ikki uppfyllir útboðstreytirnar, og at hetta tilboð ikki vinnur. Av hesi orsøk er ókeypis at bjóða lágt. Hyggja vit t.d. at prísinum í Porkeri og Húsahaga, er hann væl hægri.

Kappast við SEV um at selja til SEV
Røkt og Magn kappast við SEV um at selja til ......SEV! Hetta er ein absurd kappingarstøða. Um SEV ynskir, kann SEV bjóða 0 kr. fyri hvønn kilowatt tíma, tí SEV selir til SEV, sum so selir til tín og mín fyri 1,89. Magn og Røkt sleppa ikki at selja til endabrúkaran – sluppu vit tað, hevði talan verið um veruliga kapping, og var SEV bíligari í hesi kapping, so kundi eg tikið undir við Birni á Heygum.

Framleiðsluprísurin fer niður, prísurin til kundan fer upp
Elprísurin í Føroyum fer at hækka 2 ferðir fram til nýggjárs, og fer at enda á uml. 2 kr. við mvg. Í sama tíðarskeiði eru greið prógv fyri væl lægri framleiðsluprísi. Hetta sæst t.d. á teimum boðum sum komu inn til Hoyvíkshagan – men eisini Eiði og Porkeri. Føroyski brúkarin og vinnulív fær hægri prís, meðan prísurin inn til SEV lækkar nógv. Hetta hevði man vanliga ikki tikið um eitt tekin um kappingarføri í serflokki, sum Bjørn á Heygum nevnir tað.

Prísurin til brúkaran er tað sum telur
Heldur nakar, at brúkarin og vinnulívið leggja í, hvat Magn kann selja el til SEV fyri? Ella hvat SEV kann selja til SEV fyri? Nei, tað sum hevur týdning er, hvat SEV, Røkt og Magn kunnu selja ein kWt til vanliga føroyingin og vinnulívið fyri. Tað, og so grøna orkuskiftið, er tað einasta sum hevur týdning, og tíbetur hevur nýggja samgongan somu áskoðan.

Grøna orkuskiftið skal ígongd – broytingar mugu til
Ein liberalisering av elmarknaðinum hevði viðført, at SEV, Magn og Røkt kundu kappast um at selja el til endabrúkaran. At vit kunnu framleiða okkara egna streym, gjalda eitt fair gjald fyri at senda streymin gjøgnum almenna elnetið, og kappast um at selja bestu og bíligastu loysnirnar til vanliga føroyingin og vinnulívið. Hevði hetta hent, hevði prísurin lækkað, góðar og kreativar orkuloysnir verði bodnar fram, og orkuskiftið hevði farið ígongd.

Tølini tala
Vit hava bjóðað 0,231 kr. fyri hvønn KWt, sum vit selja til SEV. SEV sigur so takk fyri, og selir hendan kWt víðari til endabrúkaran fyri 1,89. Vit halda, at vit skulu kappast um at selja hendan kWt so bíligan sum tilber til endabrúkaran.

Søgan vísir tað eisini
Royndirnar við at libralisera marknaðir vísa sum heild, at hetta førir við sær, at prísirnir til brúkaran lækka, tænastan økist, og kreativar loysnir verða bjóðaðar fram. Dømi eru eisini uppá í Føroyum har ið vit hava sæð stórar príslækkingar og breiðari tilboð á t.d. fjarskiftis- og tryggingarmarknaðunum.

Vit mugu lyfta í felag – ikki illgita
Orkuskiftið er ein ovurhonds avbjóðing. Nýggja samgongan hevur sett út í kortið, at almenn og privat skulu lyfta í felag. Hetta er tað einasta rætta, og ger samgongan álvara av ætlanunum, fer orkuskiftið í gongd, og elprísurin niður.

18.000 hús og bygningar skulu flytast frá olju til reina elorku, omanfyri 450 GWh av grønari orku skulu framleiðast afturat teimum umleið 150 GWh, sum verða framleiddir í dag, og elnetið má útbyggjast. Hetta kostar omanfyri 7 milliardir.

Ístaðin fyri at illgita og ákæra, og gera alt ov simplar sammetingar fyri at undirbyggja avoldað sjónamið um almenn monopol, mugu vit lyfta í felag. Eg haldi, at SEV er ein óført felag, og tey fólk sum arbeiða har eru dugnalig og hart arbeiðandi, og eisini haldi eg, at SEV er ein lyklaleikari í orkuskiftinum. Men eg haldi samstundis, at SEV hevur brúk fyri hjálp, og at Magn skal skal sleppa at kappast um at selja streym til brúkaran, at bjóða góðar og kreativar orkuloysnir fram, og konvertera okkara kundar frá olju til el.

Vit hava longu eina rúgvu av konceptum sum kundu sett ferð á eitt grønt umskifti, sum er fullkomiliga steðgað upp, millum annað av hugsjónum sum tær hjá Bjørn á Heygum um monopolskipanir, sum vit ikki síggja í nøkrum londum rundanum okkum.

Magn sa tilboð er helst best og bíligast
Tá úrslitið kemur, eri eg rættiliga sannførdur um, at Magn sa tilboð er best, bíligast, og hevur størst framleiðslu – og at vit uppfylla øll krøv. Eg veit tað ikki, men vænti tað.

Hendrik Egholm
Forstjóri, Magn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo