List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Skúli

Grundað á tilmæli frá akademiskari metingarnevnd, sum lat frágreiðing í august 2019, hevur leiðslan á Fróðskaparsetri Føroya tilnevnt Bjørn Kunoy adjungeraðan professara í altjóða lóg við Fróðskaparsetrið. Í metingarnevndini sótu James Crawford, dómari við altjóða dómstólin í Haag, Mathias Forteau, professari við Université Paris-Nanterre, og Alain Pellet, professari emeritus, Université Paris-Nanterre.

Bjørn Kunoy er 44 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn, og hevur doktaraprógv í almennari lóg (public law) frá Université Paris-Nanterre í París frá 2013.

Bjørn Kunoy er ein altjóða viðurkendur granskari í altjóða lóg við serligum atliti til landgruns- og marknaspurningar, og hevur hann skrivað fleiri enn 30 greinar í leiðandi altjóðarættarligum og ES-rættarligum tíðarritum, fleiri teirra útgivin av Oxford University Press og Cambridge University Press.

Umframt at hava verið ráðgevi í altjóðarættarligum spurningum fyri Føroya Landsstýri í meira enn 10 ár, hevur Bjørn eisini verið samráðingarleiðari fyri danska kongaríkið í marknamálum um landgrunn Føroya, havt prosessleiðsluna í altjóðarættarmálum millum Føroyar og ES, og í fleiri førum hevur Bjørn ráðgivið fremmandum stjórnum í altjóðarættarligum marknaspurningum, seinast ráðgevi fyri uttanríkisráðið í Kili.

Bjørn Kunoy tekur við starvinum sum adjungeraður professari frá 1. oktober 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo