Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

- Mætir menn sum Erlendur Patursson, Sigurð Joensen, D. P. Danielsen, Karsten Hoydal, Hanus við Høgadalsá, Jóhann Simonsen, Hans Debes Joensen, Jákup í Jákupsstovu og Frederik Hansen, eins og megnarkvinnan Andrea Árting, løgdu á sinni lunnar undir Tjóðveldisflokkin.

Soleiðis byrjar blaðstjórin á Norðlýsinum eitt innlegg á sínum Facebook-vanga, sum hevur yvirskriftina Hvat gongur fyri seg í Tjóðveldisflokkinum?

Og viðmerkingarnar sum innleggið hevur fingið, eru ikki fáar.

Innleggið endar við orðunum:

- Nú er vent í holuni. Flokkurin hevur havnað fiskimannin fyri at tekkjast nøkrum búskaparfrøðingum í Havn, varafólk ber seg undan at viðgera fiskivinnumál, vísandi til ikki at hava skil fyri tí, og hvat gera tey, sum eru eftir á tingi, nú kollveltandi broytingar eru í umbúna fyri føroyska fiskivinnu og sjómannin?

- Jú, seta §52-fyrispurningar til løgmann um, hvat hann heldur um summartíð!

- Eg meini tað.

Sí innlegg her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo