Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Fyrrverandi forsetin í Altjóða fótbóltssambandinum (FIFA), sveisarin Sepp Blatter, viðgongur at hann gjørdi ikki nokk til tess at reformera organisasjónina.

Tað segði hann undir eini vitjan á universitetinum í Basel í gjár.

Fleiri fótbóltsleiðarar skula í rættin í USA í februar 2017. Blatter er til reiðar at vitna, sambært AFP.

– Ja. Eg eri til reiðar at verja FIFA, um organisasjónin ynskir tað, segði hann skrivar NRK.

Blatter er útihýstur frá øllum sum hevur við fótbólt at gera, tí hann hevur brotið etisku reglurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo