Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Vinna

Innanhýsis teldupostar avdúka at starvsfólk hjá Boeing royndu at tiga fyri loftferðslu myndugleikanum um trupulleikar og skemtaðu við at teirra 737 Max-flogfar var «teknað av klovnum», skrivar NRK.

«Hevði tú koyrt familjuna hjá tær umborð á eitt flogfar har flogskiparin hevur fingið venjing av einum Max-simulator? Tað hevði eg ikki gjørt,» skrivar eitt av starvsfólkunum hjá Boeing til ein av sínum starvsfeløgum, um átta mánaðir áðrenn fyrstu flogvanlukkuna í Etiopia.

Hósdagin fingu politikarnir í Kongressini og amerikanski loftferðslu myndugleikin 117 síður við innanhýsis dokumentum frá Boeing.

Dokumentini innihalda sambært The Guardian samskifti millum høgtstandandi leiðarar í Boeing sum halda loftferðslu myndugleikarnar fyri gjøldur, skemta við trygdini, og sum siga at teirra 737 Max-flogfar var «teknað av klovnum, sum aftur eru stýrdar av apum».

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo