Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Skúlablaðið: Ein pápi kemur heim og møtir fýra ára gamla soninum í gongini; tá ljóðar eitt pling í snildtelefonini, og ein teldupostur vísir seg á skíggjanum. Pápin kemur júst av fundi, telduposturin er ein uppfylging av fundinum, og hann má lesa hana.

Tá ið sonurin vil vísa honum, hvat hann hevur bygt inni á kamarinum, kemur eitt nýtt pling úr telefonini, sum varskógvar, at okkurt er komið á Facebook, sum hann má lesa.

Forvitin, sum hann er, hyggur hann, hvat tað er; nærum um somu tíð koma eini boð á telefonina um, at arbeitt verður á farleiðini, hann vanliga tekur til og frá arbeiði. Snildtelefonir og aðrir tøkniligir lutir elva til nógva órógv í samskiftinum millum fólk. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo