Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Eitt samstarv ímillum løgreglur í fleiri londum hevur byrgt fyri teldálopum á fleiri heimasíður. 

Fleiri síður á netinum, har til ber at bíleggja hesi álopini, eru stongdar, og fleiri fólk eru skuldsett.

Í Danmark eru fimm ungdómar heilt niður í 13 ár eyðmerkt sum tey, sum hava staðið aftanfyri bíleggingina av álopunum.

- Í teimum førunum verður onki politimál burturúr, men heldur ein álvarslig samtala við foreldrini. Í seks øðrum málum verður skuldseting reist, siga politikeldur við danskar miðlar.

Talan er um sonevnd DDOS hakkaraálop. Í stuttum hendir tað, at fleiri teldur verða brúktar, uttan at eigararnir vita av tí, av hakkaranum, til í fleiri tímar at senda fleiri túsund fyrispurningar til heimasíðuna, sum verður álopin. Tað tolir hon ikki, og bukkar tí undir eftir lítlari løtu.

Sum skilst eru fleiri síður framvegis tøkar á netinum til at fremja hesi álopini, alt tær nýtist at gera er at siga, hvør síða skal áleypast, og so gjalda prísin - sum á summum síðum er undir 100 kr.

Ein kend og eftir øllum at døma nógv brúkt síða, sum samstarvið ímillum løgreglurnar hevur stongt, er síðan www.webstresser.org.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo