Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Vinnuhúsið: Í gjár, mánadagin 3. juni, hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag ársaðalfund sín.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Atli Gregersen, Bogi Jacobsen og Odd Eliasen.

Bogi Jacobsen og Odd Eliasen vórðu afturvaldir, meðan Atli Gregersen ikki tók við afturvali. Í hansara stað varð Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, vald.

Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita sostatt Bogi Jacobsen,  Høgni Hansen, Kristoffur Laksá, Jón Sigurdsson, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Árni Ellefsen og Jóhanna á Bergi.

Nevndin hevur skipað seg við Boga Jacobsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.

Á aðalfundinum legði Bogi Jacobsen fram ársfrágreiðing felagsins. Umframt at kunna um gongdina í ymsu vinnugreinunum setur Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðing síni hesuferð serliga ljós á

  • at føroyski arbeiðsmarknaðurin er undir trýsti,
  • at tørvur er á eini dagføring av vinnupolitikkinum,
  • eina støðuga almenna ávirkan á føroyska búskapin.

Samlaða ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag sæst her.

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo