Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tiltøk

Mánadagin 19. oktober kl. 16.30 fer Kristian Nagel Delica at halda fyrilestur á Býarbókasavninum í Havn um týdningin av bókasavninum í nærsamfelagnum.

Kristian er adjunktur á RUC í Roskilde, og hann granskar og undirvísir í umhvørvi, staðið og býurin.

Hann hevur serligan áhuga í spurninginum um bókasøvnini sum sosialt tilfeingi og sum mennarar av sonevndum sosialum kapitali.

Kristian hevur havt greinir um bókasavnsmálið í eitt nú tíðarritunum Nordisk Tidsskrift for Informationsvidenskab og Kulturformidling og Journal of Librarianship and Information Science. Hann hevur eisini luttikið við fyrilestrum á fleiri ráðstevnum um bókasøvn og týdning teirra og avbjóðingar í vitanarsamfelagnum.

Á tiltakinum á Býarbókasavninum, sum Býarbókasavnið og Landsbókasavnið skipa fyri, fer Kristian Nagel Delica at tosa um evnið Biblioteker i lokalsamfund eller lokalsamfundsbaserede biblioteker? Aftaná er høvi at seta spurningar. Øll áhugað eru vælkomin.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo