Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Bøkur

Fróðskapur hevur givið út bóklingin Traditional Faroese Food Culture. Hetta er ein stytt útgáva av tvey binds verkinum Bót og biti. Matur og matarhald í Føroyum eftir Jóan Paula Joensen, professara, sum kom út í fjør.

Eins og bókin Bót og biti, so er bóklingurin um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Høvundin lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap. Tað, sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan, er tað ræsta og tað turra. Tað “betra” fólkið í Føroyum var fyrst ávirkað av fremmandari matmentan, men so við og við er alt runnið saman í eina og somu matmentan. Við støði í føroyskari matmentan hevur føroyskur matstovumatur tey seinastu árini ment seg so nógv, at Føroyar eru vorðnar gastronomiskt áhugaverdar í altjóða høpi.

Jóan Pauli Joensen, professari emeritus, dr.phil. og fil.dr., er mentanargranskari og søgumaður. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og greinir um føroyska fólkamentan, siðsøgu og søgu. Hann hevur verið rektari Fróðskaparsetursins og hevur havt eina røð av álitisstørvum.  

Bóklingurin er 55 blaðsíður við nógvum myndum.

Les eisini um verkið Bót og Biti her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo