Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Tónleikur

Lágargarður hevði boðið grannanum frítíðarskúlanum Smílibýlið til bollar og kakao, nú 30 ár eru liðin, síðani tey fyrstu húsfólkini fluttu inn á Lágargarði. Børnini á frítíðarskúlanum høvdu vant nakra sangir, ið tey sungu í matarhøllini fyri húsfólkunum og teimum í Virkis- og venjingarstovuni. Tey sungu eisini føðingardagssang fyri føðingardagsstovninum.

Fríðtíðarskúlin Smílibýlið hevur verið kærkomin gestur á Lágargarði í fleiri ár. Tað er ein fastur táttur, at tey prýða jólatræið á Virkis- og venjingarstovuni, og oftani hava tey vant nakrar sangir, ið tey syngja fyri húsfólkunum og teimum, ið koma í Virkis- og venjngarstovuni.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo